Handilstreytir
Takk fyri tína bílegging á TakeAwayportalurin.fo. Niðanfyri kanst tú lesa treytirnar, sum eru galdandi við bílegging á TakeAwayportalurin.fo.
1. Generelt
Allar bíleggingar, sum verða framdar á TakeAwayportalurin.fo, eru somuleiðis undirlagdar handilstreytunum hjá tí einkultu matstovuni. Tú kanst lesa handilstreytirnar hjá matstovunum/handlunum á teirra heimasíðum ella við at venda teg beinleiðis til matstovuna. Um ósamsvar er í treytunum, eru tað treytirnar hjá matstovuni sum eru galdandi.
2. Bílegging á TakeAwayportalurin.fo
Bíleggingar, sum verða framdar, eru óviðkomandi fyri TakeAwayportalin. Tann bindandi keypsavtalan er einans ímillum kundan og matstovuna/handilin, sum brúka TakeAwayportalin. TakeAwayportalurin er formidlari ímillum partarnar.
Um so er, at ein gjaldingarloysn er knýtt at vørunum hjá matstovuni/handlinum, er hesin somuleiðis ogn hjá tí einkultu matstovuni/handlinum. Tí skulu spurningar viðvíkjandi gjalding osf. sendast beinleiðis til tí einkultu matstovuna/handilin.
3. Prísir
25% MVG er íroknað øllum vørum, tó undantikið útkoyring. Prísirnir eru í donskum krónum um einki annað er nevnt. Prísinir eru bert galdandi í Føroyum. Fyrivarni verður tikið fyri • kursbroytingum • force majeure • veitingarfeilum • avgjaldsbroytingum • útseldum vørum og tøppifeilum.
4. Søla generelt
Tann upplýsti prísurin á bíleggingartíðspunktinum, er tann galdandi prísurin.
5. Útkoyring
Veitingartíðin fyri útkoyring er vanliga 20 min, sum skal leggjast afturat vanligu veitingartíðini.
Prísurin fyri útkoyring er treytaður av strekkinum, og verður lagdur omaná prísin fyri vørurnar.
Koyrt verður út í Tórshavn, Argjum og Hoyvík har prísurin er 100 DKK.
Avgreiðslugjald fyri útkoyring verður lagt afturat prísinum, sum er 10 DKK.
Sp/F Bil Mini Taxi 96, rekur útkoyringina fyri Takeawayportalin.
Einki MVG er á útkoyring.
6. Striking av bílegging
Ynskir tú at strika eina bílegging, skalt tú seta teg beinleiðis í samband við matstovuna/handilin og ikki TakeAwayportalin.
Um matstovan er byrja at framleiða til bíleggingina, hevur matstovan rætt til at krevja fult gjald fyri bíleggingina.
Um matstovan ikki er byrja at gera at framleiða, er møguligt at strika bíleggingina og fáa gjaldið goldið aftur.
7. Ert tú í iva
Um tað er eitt hvørt tú ivast í, viðmælur TakeAwayportalurin at tú setur teg í samband við tí einkultu matstovuna/handilin.
8. Iðranarrættur
TakeAwayportalurin er einans formidlari ímillum seljara og keypara. Tískil er iðranarrætturin tengdur at treytunum hjá tí einkultu matstovuni/handlinum.
9. Gjalding
Um matstovan bjóðar online gjalding eru møguleikarnir hesir: Visa • Visa / Dankort • Visa Electron • MasterCard • JCB • Maestro
Upphæddin verður trekt av kortinum tá bíleggingin verður avheintað ella avhendað. Tó í seinasta lagi 30 dagar eftir at gjaldingin er framd.
10. Alkoholgrensa
Tú skalt vera 18 ár fyri at keypa alkohol. Við at keypa vørur sum innihalda alkahol, váttar tú at tú ert yvir 18 ár.
11. Kappingar
Takeawayportalurin kann hava ymiskar kappingar, har vøra, virðiskotur, atgongumerkir, gávukort o.a, verður burturluta til tilvildarlig, sum hava bílagt gjøgnum takeawayportalin.
Eksternur persóndatapolitikkur
ALMENN UPPLÝSING
Við hesum persóndatapolitikkinum vilja vit upplýsa, at TakeAwayportalurin handfer tínar persónsupplýsingar.
Niðanfyri fara vit í stuttum ígjøgnum teir persónsbólkar, ið vit handfara persónsupplýsingar um, og hvussu vit handfara hesar upplýsingar.
Síðani uppplýsa vit tær tíni rættindir og møguleikar fyri at klaga í samband við handfaringina av tínum persónsupplýsingum.
PERSÓNSUPPLÝSINGAR
TakeAwayportalurin viðgerð uplýsingar um teg í samband við keyp av okkara vørum og tænastum. Tú verður sum útgangspunkt biðin um at veita navn, adressu, kontaktupplýsingar og gjaldsupplýsingar. Endamálið við hesum er at avgreiða veiting og gjalding í samband við títt keyp.
Viðgerðin av hesum upplýsingum fevnir um at viðkomandi upplýsingar, í samband við fakturering, verða veittar til teir partar, sum á ein ella annan hátt hava ávirkan á tað einstaka gjaldið. Millum annað peningastovnar, gjaldskortveitarar v.m.
Hesir persónsupplýsingar verða viðgjørdir í samband við hvørja einstøku bílegging. Upplýsingarnir verða síðani goymdir í okkara fíggjar- og bíleggingarskipan í 5 ár, við tí fyri eyga at tryggja góðskuna, kundatænastuna og herumframt endugjaldskrøv, umvælingar og umbíleggingar. Heimasíðan hjá fyritøkuni brúkar cookies sum skráseta IP-adressuna, leitisøguna og líknandi, fyri at økja um brúkaraupplivingina, umframt fyri at granska atburðarferðina á síðuni í samband við marknaðarføringina. Tú kanst altíð velja cookies frá og sletta tær cookies, sum longu eru goymdar. Vit vísa til cookiepoltikkin á heimasíðuni. Um so er, at broytingar eru í samband við endamálinum ella viðgerðini av tínum persónsupplýsingum, fært tú eini boð um hetta.
SOSIALIR MIÐLAR
Í samband við vitjan á sosialu miðlunum hjá tí einkultu matstovuni/handlinum, verða upplýsingar heintaðir, viðgjørdir og víðarigivnir. Hetta kemur av at teir sosialu miðlarnir (Facebook, Instagram, LinkedIn osf) goyma cookies á tínari teldu/smartphone v.m.
Persónsupplýsingar verða brúktir av teimum sosialu miðlunum fyri at optimera lýsingar, sum eru rættaðar ímóti tær, og til greining og statistikk hjá fyritøkuni. Herumframt veita teir sosialu miðlarnir tínar persónsupplýsingar til samstarvsfelagir.
Persónsupplýsingar verða heintaðir óansæð um tú hevur ein vanga á sosialu miðlunum ella ikki. Cookies verða goymdar og eru aktivar á tínari teldu/snildfon/teldli í 2 ár, uttan so tú sjálv/ur slettar cookies. Fyritøkan hevur ikki ávirkan á cookies-politikkin hjá sosialu miðlunum.
Teir sosialu miðlarnir veita harafturat statistikk amboð, sum fyritøkan kann brúka til at optimera kundaupplivingina á teimum sosialu miðlunum. Fyritøkan móttekur einans hesar upplýsingar í anonymum formati.
Tú kanst altíð lesa cookies-politikkin hjá fyritøkuni. Hann er at síggja á okkara heimasíðu.
TÍNI RÆTTINDI
Í samband við brúk av tínum upplýsingum, hevur tú fylgjandi rættindi:
- Rætt til at fáa innlit í teimum upplýsingum, sum eru heintaðar
- Rætt til at rætta tær upplýsingar, sum eru heintaðar
- Rætt til at fáa teir heintaðu upplýsingarnar í lesiligum formati
- Rætt til at avmarka viðgerðina av teimum heintaðu upplýsingunum
- Rætt til at sletta tær heintaðu upplýsingarnar
Vinaliga vend tær til TakeAwayportalin um so er.
Um tú vilt venda tær til matstovuna/fyritøkuna, skulu fylgjandi kontaktupplýsingar nýtast:
Tasty HAVN (City)
Tórsgøta 17100Tórshavn
V-tal.
KLAGUR
Um so er, at tú hevur atfinningar viðvíkjandi nøkrum av hesum uppýsingum, hevur tú møguleika at klaga til Dátaeftirlitið við at nýta fylgjandi kontaktupplýsingar:
Dátaeftirlitið
Tinganes
Postboks 300
FO-110 Tórshavn
Tlf.: (+298) 309100
Teldupostur:dat@dat.fo